Harry Potter varnast, at hann dugir ganda. Hann hevur verið illa viðfarin heima hjá stjúkforeldrunum, men tá ið hann kemur á Hogwarts, skúlan fyri gandakynstur og galdralist, ásannar hann undrandi, at hann er víðagitin gandakallur.
Mamma 13-ára gomlu Sonnu vil ikki hava dóttrina búgvandi longur. Sanna vil fyri alt í verðini ikki aftur á skúlaheimið at vera. Hon velur tí heldur ta ótespiligu gøtuna sum heim.